Runt Ísland í 1 ella 2 vikur við gisting

Koyr kring Ísland í egnum bili og síggj tey mest áhugaverdu støðini á leiðini m.a. Gullfoss og Dettifoss. Vit hava gjørt serligar leiðir, ið vara í eina ella tvær vikur, hetta fyri at tryggja okkum, at tú upplivir tey mest áhugaverdu støðini í Íslandi: hugtakandi landsløg, klettar, fossar, lava landsløg, og eisini sjarmerandi náttúruvakrar bygdir.

Og einki er sum at enda ein hendingaríkan dag í einum av teimum mongu varmakeldum. Tú gistir á ymsum hotellum, gistingarhúsum og bóndagørðum á leiðini íroknað morgunmat.

Prísur fyri hvønn

01.04 – 04.06.2025
08.09 – 29.10.2025

Fráferð úr Havnini týsdag
Heimferð úr Seyðisfirði hósdag

​8 nætur í Íslandi
úr kr. 8.590

​15 nætur í Íslandi
úr kr. 13.995
 

04.06 – 03.09.2025
Fráferð úr Havnini mikudag
Heimferð úr Seyðisfirði hósdag

​7 nætur í Íslandi
úr kr. 11.753

​14 nætur í Íslandi
úr kr. 19.896

Bílegg pakkaferðina á tlf. 345900 ella skriva til booking@smyrilline.fo.

  • Íroknað:
    • Prísur fyri hvønn, tá 2 ferðast saman
    • Ferð við Norrönu til Íslands og aftur
    • 2-koyggjukamar uttan vindeyga
    • 1 bilur <1,9m H & 5m L
    • Dagsskrá fyri hvønn dag
    • Dupultkamar við wc/bað á hotellum, gistingarhúsum og bóndagørðum íroknað morgunmat

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 6.000. Restin fellur til gjaldingar 30 dagar áðrenn fráferð.

 

Leiðir

  • 1 vika

    Ein stuttur, men sera víðfevndur túrur. Farleiðin sneiðir seg um alt Ísland, soleiðis at høvi verður at vitja tey mest áhugaverdu støðini í Íslandi. Snøgt sagt: Runt Ísland uppá stytstu tíð

    Sí lýsing av leið
  • 2 vikur

    Ein sera fjølbroyttur túrur, ið umfatar meginpartin av Íslandi uttan ov nógvan skund. Øll hámarks øki Íslands eru íroknað túrin, uttan hálendis miðøkið og Vesturfirðirnir – sera væl hóskandi fyri ferðandi, sum ynskja at síggja sum mest av Íslandi uttan at skunda sær.

    Sí lýsing av leið

 

 

Melda til tíðindabræv

Ynskir tú at móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line við góðum tilboðum og íblástri? Tað er lætt og einfalt. Melda teg til tíðindabrævið niðanfyri, so senda vit tær ein teldupost tá ið vit hava tíðindi og góð tilboð.

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.