Pakkaferðir

  • 1 vika

    Ein stuttur, men sera víðfevndur túrur. Farleiðin sneiðir seg um alt Ísland, soleiðis at høvi verður at vitja tey mest áhugaverdu støðini í Íslandi. Snøgt sagt: Runt Ísland uppá stytstu tíð

Ísland, 1 vika
  • Nætur 6, 7, 8 ella 9
  • Slag av gistingHotel og gistingarhús
  • Tíðarskeið vár til heyst 01.04.25 - 30.10.25
rute01
  • Dagur 1

    Eftir at hava koyrt í land av Norrönu, heldur tú leiðina fram av Seyðisfirði til Egilsstaðir, har tú steðgar á við ymsu fossarnar á vegnum. Tá tú hevur verið ein túr á Egilsstøðum kanst tú koyra ígjøgnum Skriðudal og omanfyri fjallaskarðið Breið dalheiði ella velur tú møguleikan at koyra framvið eysturfirðunum og steðga við Petru´sa Steinsavn. Síðani koyrir tú víðari eftir vegakervinum, ið skákar sær ymsar vegir eftir stórsliðna landslagnum. Tú koyrir framvið lítlu fiskivinnubygd ini Djúpivogur hagani frá til Höfn, ein størri bygd við einari týdning almiklari fiskivinnuhavn. Gist verður antin í Djúpivogur ella í umráðnum við Höfn.

  • Dagur 2

    Fyrst koyrir tú til „jøkul-lóneyga“ Jökulsárlón har stór ísfjøll flóta runt jøkulin. Tú hevur møguleika at sigla á sjálvum pollinum, um hugur er til tess. Eftir hetta, er áhugavert at leggja leiðina framvið tjóðarparkini Skaftafelli og ganga til Svartafoss (1½ tími at ganga) áðrenn tú heldur leiðina fram við suðurstrondini. Á leiðini gongur tú framvið Skeiðalársandi, sum er ein gjøgnumskolaður slætti av svørtum sandi við fótin av sjálvum jøklinum. Møguleiki er harnæst at steðga við hugtakandi basalt-røðina Dverghamrar. Síðani kemur tú framvið bygdini Kirkjubæjarklaustur, og leggur leiðina ígjøgnum Mýrdalssand áðrenn tú kemur til bygdina Vík. Nærhendis Vík (eftir 25. juni og fram til miðjan aug.), er møguleiki at eygleiða lundalívið, við at koyra til Dyrhólaey bjørgini. Gistingarmøguleikar eru í økinum.

  • Dagur 3

    Legg leiðina framvið bygdasavninum, umframt kenda Skógar fossi í bygdini Skógar, áðrenn tú fert víðari framvið suður strondini. Tú kemur til kenda Seljalandsfossin, ein vakur fossur, ið er sertakur við at tú kannst fara ein túr inn undir foss in, um tú ikki ert bangin fyri eitt gerast eitt sindur vát/ur. Í dag verður eisini høvi at vitja nøkur av kendastu plássum í Íslandi. Gullfoss, ið fólk skýra at vera vakrasta foss Íslands og Geysir, umráðið við heitu keldunum har víðagitni Strokkur, sprænir kókandi vatn himmalhøgt – saman við eini ørgrynnu av kókandi, dampandi smærri keldum. Tingvallir er næsta ferðamál á skránni, uttanduraparlamentið, kent sum verðins elsta lóg gávuting – við grundarsteini heilt aftur í ár 930. Umráðið kring Tingvallir, er eisini sera áhugavert í geologiskum høpi, hettar tí tað liggur ovast á miðatlantiska fjallarygginum har tvær jarðarskorpur spakuliga eru við at fara sundur. Henda gongdin elvir til nógvar rivur í jørðina á Tingvøllum. Gisting er nærhendis Selfossi.

  • Dagur 4

    Um morgunin koyrir tú til Reykjavíkar, fyri at uppliva býar lívið. Um áhugin er, kannst tú brúka seinnapartin til ein svimji túr í Bláa Lóni við tí miniralríka heita saltvatninum, sum er gott bæði fyri likam og sál. Gist er við Borgarfjørðin.

  • Dagur 5

    Í dag er møguleiki at vitja Hraunfoss, bygdina Reykholt og heitu kelduna Deildartunguhver. Eftir hetta heldur tú áfram norður eftir, framvið goskoppinum Grábrók (sum tú kanst klatra uppá, fyri at fáa eitt framúrskarandi útsýnið yvir alt økið) og yvir Holtavörduheiðarskarðið sum leiðir teg víðari til Húnavatns sýslu. Hetta umráðið hevur landbrúk, sum høvuðsvinnu og Skagafjarðarsýsla er víðagitið fyri sítt hestahald. Møguleiki er at vitja Glaumbær Savnið við gomlu torvhúsunum. Halt áfram yvir stórfingna Øxnadalsheiðsskarið (550 m) til Akureyri, sum er mest tíðandi býur norðanfyri. Gist verður í ella nærhendis Akureyri.

  • Dagur 6

    Koyr framvið Góðafossi til Mývatn, har tú hugnar tær restina av degnum. Á Skútstøðum er eitt umráði við huldisligum gosholum. Dimmuborgir er ein grótbraðingar villiniborg við gátuførum grótbraðingarskøpum, sum líva fyri og elva til ríkan plantuvøkstur. Viðmælt verður at spáka sær ein túr í umráðnum. Ein vitjan til Námaskarðar svávulsdýki við gráu kókandi rununi, litaðari av gulum svávulblørum… og ógoymandi lukturin. Til ber eisini at fara uppá Hverfjall ella vitja Grjótagjá, sum er sprunga fyllt við heitum vatni, ella Stórugjá, sum er átøk hesi fyrru. Gisting er við Mývatns økið. 

  • Dagur 7

    Koyr norðureftir framvið Tjørnes hálvoynni og steðga í fiskivinnubygdini Húsavík – kannað hugnaliga havnarøkið – ella vel møguleikan at eygleiða hval, ið svimur úti fyri strondini. Aftaná heldur tú leiðina áfram til Ásbyrgi, ið hevur skap sum hestaskógvur – har fært tú eisini høvi at spáka ein túr ígjøgnum eina lítla, men áhugaverda skóg. Síðani koyrir tú framvið Jøkulsárgljúf, sum er tjóðarlund. Møguleiki er at vitja Hafragilsfoss og ikki at gloyma Dettifoss, ið er kraftmiklasti fossur Íslands. Eftir at hava gingið oman grýtuta lendið, fyri at skoða fossin – heldur tú leiðina áfram yvir háslættan Møðrudaleiði ímóti eystri. At enda koyrir tú ígjøgnum Jøkuldalin til Egilsstaðir, týdningarmesta býin á Eysturlandinum, at fáa innivist fyri náttina.

  • Dagur 8

    Tú koyrir aftur til Seyðisfirðar og umborð á Norrönu.

 
Book Explorer Plus Pakken

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.