7. mai 2021
Smyril Line hevur í dag havt ársaðalfund. Úrslitið fyri 2020 vísti eitt yvirskot á 7,8 milliónir. Tað er munandi verri, enn mett varð frammanundan. Orsøkin til laka úrslitið er koronufarsóttin. Havandi hetta í huga eru nevnd og stjórn nøgd við úrslitið. Smyril Line rindar onki vinningsbýtið fyri 2020.
Ferðavinnan hevði eitt vánaligt ár í 2020. Hetta rakti eisini Smyril Line. Niðurgongdin er stór. Færri ferðaseðlar til Norrönu vórðu seldir, og færri gistingar enn vónað hava verið á Hotel Brandan og Hotel Hafnia. Tilsamans minkaði umsetningurin á ferðafólkasíðuni hjá Smyril Line umleið 170 milliónir krónur.
Í vetur 2020/2021 bleiv Norrøna umvæld og endurnýggjað. Skipið fekk 50 kømur afturat. Tey gomlu kømrini vórðu nútímansgjørd, og á ovasta dekki varð ein nýggj café gjørd. Ymist annað bleiv broytt og bøtt. Eitt nú fekk skipið nýtt uppihaldsøki við sofum og stólum.
Norröna kom í flotan í 2003. Tá væntaðu ferðafólk ikki tað sama, sum tey gera í dag. Reiðaríið heldur tað tí vera neyðugt at fylgja rákinum og liva upp til tey krøv, ið ferðafólk við Norrönu hava.
Smyril Line meinar, at góðir møguleikar eru í ferðavinnuni í Føroyum, men støðan við koronu-avmarkingum ger arbeiðið trupult. Eingin veit at siga, hvat er í væntu júst í teirri vinnuni.
Farmavirksemið hjá Smyril Line er ikki rakt av koronu og gekk eftir ætlan í 2020. Umframt Norrönu hevur Smyril Line fimm farmaskip í flotanum: Eystnes, Hvítanes, Akranes, Mykines og Mistral. Smyril Line hevur leigað Mistral.
Farmasiglingin varð økt í 2020. Leiðin millum Niðurlond og Noreg, ið farmaskipið Akranes røkir, varð løgd afturat. Akranes siglir hvørja viku millum Rotterdam í Niðurlondum og Tananger, Bergen, Tróndheim, Rørvik og Hitra í Noregi.
Talið á starvsfólkum í Smyril Line-samtakinum liggur um 500. Tey flestu eru føroyingar.
Framtíðarútlitini hjá Smyril Line eru góð. Farmavirksemið væntast at vera støðugt, og útlitini fyri vøkstri í ferðavinnuni eru eisini góð. Eftirspurningurin eftir Føroyum og Íslandi sum ferðamál økist. Samtakið hevur av hesi grund framtíðartryggjað seg á ferðavinnuøkinum við øktum kapasiteti umborð á Norrönu og á gistingarhúsunum.
Hevur tú spuringar, ert tú vælkomin at ringja til Jens Meinhard Rasmussen, stjóra á telefon 794910.