Nýggj farstøð og høvuðssæti til Smyril Line á Molanum í Tórshavn

Tíðindaskriv 20. juni 2024

Í dag var stóri dagurin, tá ið fyrsta asfaltið varð loyst á Molanum, har Smyril Line og Tórshavnar kommuna saman við Tórshavnar havn nú byggja nýggja farstøð og høvuðssæti til P/F Smyril Line.

Felags nútímans verkætlanin, ið verður 8.054 fermetrar til støddar, fevnir um farstøð við landgongubrúgv og check in, umframt størri pakkhús og skrivstovuhøli til Smyril Line eins og høli til tollarar.

Tað eru Articon, Henning Larsen Arkitektar, LBF Ráðgevandi verkfrøðingar, PBC og Verk.fo, sum í felag standa fyri verkætlanini, ið skal verða liðug á sumri í 2026.

An agreement has been made for a new terminal in Tórshavn

Press release 13 May 2024

Smyril Line and Articon have made an agreement to build a terminal. The new terminal will also include a warehouse and offices. The building will be situated on the harbor in Tórshavn.

Smyril Line needs larger storage and office facilities, and Tórshavnar Havn (Port of Tórshavn) requires a better and larger terminal than the old one. Therefore, a collaboration agreement has been made.

With this project, Smyril Line and Tórshavnar Havn aim to secure their future operations and provide better services.

The new terminal, including storage and office spaces, will cover a total area of 7,389 square metres. The project also includes a customs building, a gangway, and check-in areas, bringing the total area to 8,054 square metres.

The work is expected to be completed in the summer of 2026.

The advisors on the project are: Henning Larsen Architects, LBF Consulting Engineers, PBC, and Verk.fo.

Ferðaætlanin hjá Norrönu verður broytt frá 8. novembur 2024

Tíðindaskriv 26. mars 2024

Seinastu mongu árini er Norröna farin úr Føroyum hóskvøld og úr Danmark leygardag, men í novembur 2024 verður ferðaætlanini broytt.

Galdandi frá 7. novembur 2024 verður siglingarætlanin um veturin hendan:

• Úr Tórshavn fríggjakvøld kl. 20.00
• Koma til Hirtshals sunnudag kl. 11.00, og fráferð úr Hirtshals sunnudag kl. 15.00.
• Koma til Tórshavn týsmorgun kl. 7:30.

Frá síðst í novembur til hálvan mars siglir Norröna ikki til Íslands, men tá ið Norrönu tekur siglingina upp aftur til Íslands í mars, verður farið av Havnini til Íslands týsdag og av Seyðisfirði til Føroya hóskvøld.

Í juni byrjar summarsiglingin, og hon verður tann sama sum undanfarnu ár. Norröna siglir tvær ferðir um vikuna ímillum Danmark og Føroyar og einaferð um vikuna til Íslands um summarið

Farna árið hjá Smyril Line

Tíðindaskriv 21. mars 2024

Smyril Line hevði ársaðalfund á Hotel Hafnia í dag. Á fundinum varð ársfrágreiðingin fyri 2023 løgd fram. Rakstrarúrslitið fyri 2023 var 267 mió. kr., samanborið við 201 mió. kr. í 2022. Avlopið var 122 mió. kr. eftir skatt, samanborið við 77 mió. kr. í 2022. Hetta er sostatt metár fyri felagið higartil. Smyril Line rindar 10. mió. vinningsbýti fyri 2023.

Starvsfólkatalið hjá Smyril Line samtakinum var 595 starvsfólk í 2023. Hetta var áleið tað sama sum árið fyri. Farmavirksemið eydnaðist sum heild væl, og á ferðafólkasíðuni var ein rímiligur vøkstur í eftirspurninginum eftir Íslandi, ímeðan eftirspurningurin eftir Føroyum minkaði eitt vet í 2023 samanborið við 2022.

Størsta íløgan hjá Smyril Line í 2023 var farmaskipið Glyvursnes, ið kom í felagið í desembur. Glyvursnes siglir rutuna millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals. Við keypinum av Glyvursnesi kann Smyril Line røkja alt rutunetið við egnum flota.

Útlitini fyri 2024 eru rímiliga góð. Vit vænta eina javna menning bæði innan ferða- og farmavirksemið. Hetta er ein meting grundað á verandi gongd og útlit, men viðurskifti, so sum hækkandi prísir á brennievni, avgjøld, rentuhækking, inflasjón og politiska støðan, kunnu broyta fortreytirnar.

Tað er av stórum týdningi, at Smyril Line alsamt endurnýggjar og framtíðartryggjar flotan. Vit fegnast um, at vit í januar í ár gjørdu sáttmála um at byggja tvey nýggj farmaskip, ið koma í flotan í 2026. Sostatt er endurnýggjanin av flotanum byrjað. Hetta merkir, at vit eisini í framtíðini kunnu veita kundum okkara eina góða tænastu, og at vit leiða felagið fram ímóti eini grønari orkuloysn.

Nevndin: Í nevndini eru Tummas Justinussen, Arne Joensen, Helga á Borg og Jens Meinhard Rasmussen.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Jens Meinhard Rasmussen, stjóra, á telefon 794910.

Eystnes og Hvítanes eru seld til Norra

Tíðindaskriv 14. mars 2024

Fyrr í ár tók Smyril Line avgerð um at seta skipini Eystnes og Hvítanes til sølu. Søluavtala er nú undirskrivað við norska felagið Nordwest Ship Management, og skipini verða latin nýggja eigaranum í april 2024.  

Eystnes og Hvítanes verða partur av flotanum hjá Nordwest Ship Management, ið nú telur 11 skip. Tá ið skipini verða yvirtikin í næsta mánaða, fáa tey nýggj nøvn. Eystnes verður til MV Link Aurora og Hvítanes skal eita MV Link Polaris. 

Vegna Smyril Line  
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri  

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Jens Meinhard Rasmussen, á telefon 794910.

Smyril Line byggir tvey nútímans og umhvørvisvinarlig farmaskip

Tíðindaskriv 7. februar 2024

Smyril Line fegnast um, at sáttmáli er gjørdur við CIMC Raffles skipasmiðjuna í Kina um at byggja tvey nýggj farmaskip fyri felagið. Talan er um tvey eins ro-ro-skip, ið verða 190 metrar til longdar og hava 3.300 sokallaðar lane metrar til treylarar. Nýggju farmaskipini fara at sigla í núverandi rutunetinum hjá Smyril Line, og tey fara eftir ætlan av bakkastokki í 2026.

Skipini verða sniðgivin í tøttum samstarvi við Knud E. Hansen, skipsarkitektar, sum saman við drúgvu royndunum hjá Smyril Line á Norðuratlantshavinum skulu tryggja, at skipini verða bygd til serstøku leiðina millum Evropa, Føroyar og Ísland. Skipini verða nútímans og umhvørvisvinarlig, og lúka øll altjóða útlátskrøv. Samanborið við verandi flota felagsins, verður útlátið munandi minni fyri flutt tons. Samstundis verða skipini útgjørd við battarískipan og møguleika fyri landstreymi, sum hevur við sær at havnaoperatiónir kunnu fremjast uttan útlát. Skipini verða eisini fyrireikað til at sigla við e-metanol, ið mett verður at verða besta framtíðar valið til grøna orku hjá Smyril Line.

“Nú er tíðin búgvin at seta okkum nýggj og størri mál við kós ímóti minni útláti í Norðuratlantshavi”, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line. “Aðalmál felagsins er at syrgja fyri einum tryggum og álítandi flutningi av bæði ferðafólki og farmi, og at sambinda útjaðaran í Norðuratlantshavi við restina av heiminum. Við nýggju skipunum leggja vit dent á at framtíðartryggja og leiða felagið fram ímóti eini grønari orkuloysn. Eisini fara vit at flyta nógv størri nøgdir av farmi við minni orkunýtslu, enn vit gera nú. Orkusparingin verður í minsta lagi 60%. Hetta er eitt týdningarmikið stig hjá okkum at røkka okkara málum ímóti netto null útláti í 2050, samstundis sum vit kunnu geva okkara kundum eina enn betri tænastu. Vit hava síðan 1982 havt rutusigling í Norðuratlantshavi. Hetta er ikki bara ein av heimsins longstu ro-ro og ro-pax leiðum, men helst eisini tann við mest avbjóðandi siglingartreytum. Vit vita tí av royndum, at sigling á okkara leið setir stór krøv til bæði skip og manning, og vit hava tí sniðgivið skipini við hesum í huga."

Vegna Smyril Line

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri Samband: +298 794910, jmr@smyrilline.fo

Smyril Line hevur tikið avgerð um at seta systurskipini Eystnes og Hvítanes til sølu

Tíðindaskriv 19. januar 2024

Eystnes og Hvítanes hava verið ein týðandi partur í menningin av farmavirkseminum hjá Smyril Line, síðani tey komu í flotan í 2015, men nú hevur Smyril Line avgjørt at seta skipini til sølu.

Manningarnar, ið til samans telja 36 mans, hava fingið skriv um uppsøgn.

Seinastu árini hava Eystnes og Hvítanes serliga verið nýtt til at røkja pelagiska marknaðin, men tað hevur verið trupult at fingið rakstur í hetta virksemið. Samstundis hevur Smyril Line valt at gevast við at sigla til Russlands, ið var ein umráðandi marknaður.

Eystnes og Hvítanes eru skjótt 45 ára gomul, og orsakað av hesum og marknaðaravbjóðingunum, verður ikki mett, at tað fæst vinna í at endurnýggja skipini.

Smyril Line tekur seg sostatt úr marknaðinum við ‘multi-purpose-skipum’ - í hesum føri, skipum við frystilast til plattagóðs og møguleika at lasta bingjur og treylarar.

Frameftir fer Smyril Line at arbeiða við kjarnuvirkseminum, ið er ferðafólka- og farmaflutningur við ro-ro-skipum, sum eisini er tað skipaslagið, ið Smyril Line hevur gjørt týðandi íløgur í síðstu árini.

Smyril Line veksur um flotan

Tíðindaskriv 11. september 2023

Smyril Line hevur keypt RoRo-farmaskipið “Seagard” frá finska reiðarínum, Bore Ltd. 

Skipið verður handað Smyril Line í Hirtshals í fyrstu viku í januar 2024, og verður navngivið Glyvursnes. 

Skipið varð bygt á skipasmiðjuna, Sietas, í Týsklandi í 1999. Tað er 153,5 metur langt og 20,6 metur breitt.

Glyvursnes verður sett í regluliga sigling á rutuni sum “Mistral” røkjur í dag. Tvs. millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals.

Tá ið Glyvursnes kemur afturat, eigur Smyril Line øll 6 skipini í flotanum. 

Hevur tú spuringar, ert tú vælkomin at ringja til:

Jens Meinhard Rasmussen, stjóra
Telefon +298 794910 

Tillaging í siglingarætlanini hjá Norrönu í 2023

Tíðindaskriv 19. oktober 2022

Smyril Line hevur sett sær sum mál at minka um orkunýtsluna og at skipa flutningin á ein enn meira burðardyggan hátt. Hetta er eitt áhaldandi arbeiði, ið verður framt í fleiri stigum. Fleiri tillagingar eru longu framdar. Nevnast kann, at minkað er um orkunýtsluna við at skipini sigla við minni ferð, og at tey liggja styttri við bryggju.

Næsta týðandi stigið er at umleggja vetrarsiglingina hjá Norrönu. Hetta inniber at Norröna ikki siglir til Íslands á hávetri. Fyrsta fráferð til Íslands í 2023 verður tann 18. mars úr Hirtshals og 20. mars úr Havn. Seinasti túrur úr Íslandi við Norrönu í 2023 verður 22. november.

Smyril Line arbeiðir áhaldandi við at skipa allan skipaflutning á ein burðardyggan hátt. Hetta merkir tó ikki, at væntast skulu fleiri broytingar í siglingarætlanini hjá Norrönu í 2023.

Farna árið hjá Smyril Line

10. mars 2022

Smyril Line hevur í dag havt ársaðalfund. Úrslitið fyri 2021 vísti eitt yvirskot á 16 milliónir. 

Samlaða sølan hjá Smyril Line vaks úr 849 milliónum í 2020 til 1.191 milliónir í 2021, og rakstrarúrslitið var 119 milliónir samanborið við 76 milliónir í 2020. Samlaða starvsfólkatalið hjá Smyril Line var 549 starvsfólk í 2021, ið er áleið 100 fleiri enn í 2020. 

Farmavirksemið hevur sum heild hilnast væl, men virksemið í Norra hevði neiliga ávirkan á ársúrslitið. 

Farleiðin millum Rotterdam og Hitra varð niðurløgd í november mánaða í 2021, samstundis sum ein nýggj farleið millum Rotterdam, Thorslakshøfn og Tórshavn varð stovnað.

Ferðafólkasølan í 2021 var eins og undanfarna ár hart rakt av Covid-19 farsóttini, og samlaða ferðafólkatalið var 40% lægri enn áðrenn farsóttina. 75% av kundunum í 2021 vóru kundar uttan fyri Føroyar. 

Norrøna kom aftur í sigling, umvæld og endurnýggjað, í mars 2021. Skipið fekk 50 nýggj kømur, harav 32 nútímans dupultkømur. Broytingin hevur økt støðið á Norrønu og eisini eftirspurningin eftir ferðum. 

Sjøtul er settur á nýggju verkætlanina at byggja nýggjan ferðafólkaterminal, pakkhús og skrivstovubygning á Molanum í Tórshavn. Hendan verkætlanin ger, at Smyril Line kann veita eina betri tænastu og samstundis økja um virksemið.

Søluútlitini í 2022 á bæði farma- og ferðafólkasíðuni eru rímiliga góð. Aftaná tvey ár við vánaligari ferðafólkasølu er eftirspurningurin øktur aftur, og vaksandi eftirspurningurin eftir ferðum sæst aftur á hotellunum. 

Ófriðurin í Evropa, økti oljuprísurin og triðjaparts kostnaðir hava tó neiliga ávirkan á reksturin hjá Smyril Line.

Smyril Line rindar onki vinningsbýti fyri 2021. 

Smyril Line broytir rutunetið og ger eina nýggja rutu beinleiðis til og úr Rotterdam í Hollandi

2. november 2021

Farmaskipið M/V Akranes fer nú at sigla eina nýggja leið millum Thorlakshöfn í Íslandi, Tórshavn og Rotterdam í Hollandi. 

Akranes fer at sigla úr Íslandi mikukvøld, úr Føroyum hóskvøld og síðani gongur leiðin beinleiðis til Rotterdam. Komið verður til Rotterdam leygardag seinnapart, og fráferð verður úr Rotterdam leygarkvøld beinleiðis aftur til Íslands við komu mikumorgun.

Nýggja farleiðin við Akranes hevur við sær, at íslendskir og føroyskir útflytarar fáa nýggjar útflutningsmøguleikar við fráferðum mikukvøld úr Íslandi og hóskvøld úr Tórshavn beinleiðis til Evropa. Leiðin gevur eisini hópin av atkomumøguleikum til marknaðir nær og fjar. 

Farleiðin við Akranes letur eisini upp fyri nýggjum møguleikum hjá íslendskum innflytarum, hesir fáa nú  eina miðviku levering úr Evropa til Reykjavíkar økið.

Ætlanin er, at fyrsta fráferðin við Akranes verður úr Rotterdam 20. november 2021. 

M/V Akranes, var smíða í 1998, á UMOE Sterkoder skipasmiðjuni í Norra. Skipið er 138 metrar langt og 23 metrar breitt. Smyril Line keypti skipið í desember 2019.

Farna árið hjá Smyril Line

7. mai 2021
 
Smyril Line hevur í dag havt ársaðalfund. Úrslitið fyri 2020 vísti eitt yvirskot á 7,8 milliónir. Tað er munandi verri, enn mett varð frammanundan. Orsøkin til laka úrslitið er koronufarsóttin. Havandi hetta í huga eru nevnd og stjórn nøgd við úrslitið. Smyril Line rindar onki vinningsbýtið fyri 2020.

Ferðavinnan hevði eitt vánaligt ár í 2020. Hetta rakti eisini Smyril Line. Niðurgongdin er stór. Færri ferðaseðlar til Norrönu vórðu seldir, og færri gistingar enn vónað hava verið á Hotel Brandan og Hotel Hafnia. Tilsamans minkaði umsetningurin á ferðafólkasíðuni hjá Smyril Line umleið 170 milliónir krónur.

Í vetur 2020/2021 bleiv Norrøna umvæld og endurnýggjað. Skipið fekk 50 kømur afturat. Tey gomlu kømrini vórðu nútímansgjørd, og á ovasta dekki varð ein nýggj café gjørd. Ymist annað bleiv broytt og bøtt. Eitt nú fekk skipið nýtt uppihaldsøki við sofum og stólum.

Norröna kom í flotan í 2003. Tá væntaðu ferðafólk ikki tað sama, sum tey gera í dag. Reiðaríið heldur tað tí vera neyðugt at fylgja rákinum og liva upp til tey krøv, ið ferðafólk við Norrönu hava.

Smyril Line meinar, at góðir møguleikar eru í ferðavinnuni í Føroyum, men støðan við koronu-avmarkingum ger arbeiðið trupult. Eingin veit at siga, hvat er í væntu júst í teirri vinnuni.

Farmavirksemið hjá Smyril Line er ikki rakt av koronu og gekk eftir ætlan í 2020. Umframt Norrönu hevur Smyril Line fimm farmaskip í flotanum: Eystnes, Hvítanes, Akranes, Mykines og Mistral. Smyril Line hevur leigað Mistral.

Farmasiglingin varð økt í 2020. Leiðin millum Niðurlond og Noreg, ið farmaskipið Akranes røkir, varð løgd afturat. Akranes siglir hvørja viku millum Rotterdam í Niðurlondum og Tananger, Bergen, Tróndheim, Rørvik og Hitra í Noregi.

Talið á starvsfólkum í Smyril Line-samtakinum liggur um 500. Tey flestu eru føroyingar.

Framtíðarútlitini hjá Smyril Line eru góð. Farmavirksemið væntast at vera støðugt, og útlitini fyri vøkstri í ferðavinnuni eru eisini góð.  Eftirspurningurin eftir Føroyum og Íslandi sum ferðamál økist. Samtakið hevur av hesi grund framtíðartryggjað seg á ferðavinnuøkinum við øktum kapasiteti umborð á Norrönu og á gistingarhúsunum.

Hevur tú spuringar, ert tú vælkomin at ringja til Jens Meinhard Rasmussen, stjóra á telefon 794910.

Norröna fær eitt facelift

28. septembur 2020

Leygardagin 19. desembur fer Norröna í dokk á Fayard-skipasmiðjuni í Munkebo. Har skal hon verða fram til 4. mars í 2021. 6. Mars fer Norröna aftur úr Hirtshals til Føroya.

Í apríl 2003 kom nýggja Norröna. Síðan hon kom í føroyska flotan, er Norröna dagførd í smáum. Men nú er tíðin komin til eina størri nútímansgerð og at framtíðartryggja Norrönu, ið er einasta ferðafólkaskipið, sum er í fastari leið í Norðuratlantshavi.

"Vit hava tørv á fleiri kabinum og væl betri uttandurafasilitetum," sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line.

"Tískil fara vit at økja talið á kabinum við áleið 50," sigur hann.

Nýggju kabinurnar, sum stjórin sipar til, eru dupultkømur.

Á dekk 10 fær skipið eina nýggja café við góðum møguleikum at njóta tíðina úti í Atlantshavi. Í sama sambandi verður nógv annað broytt og bøtt. Eitt nú verður nýtt, snøgt øki við sofum og stólum gjørt til ferðafólk at slappa av í og bara njóta tað.

"Tíðirnar eru nógv broyttar, síðan Norröna kom í flotan fyri seytjan árum síðan. Tá vóru krøvini frá kundum ikki tey somu, sum tey eru í dag. Tí er alneyðugt, at vit fylgja rákinum og teimum krøvum, ið okkara kundar hava," sigur Rúni Vang Poulsen.

Smyril Line fær sítt sætta skip

Í kjalarvørrinum av vaksandi flotanum koma nýggj farmaleið og nýggj skrivstova
 
Mikudagin 12. august kemur aftur eitt farmaskip í flotan hjá Smyril Line. Hesaferð er tað RoRo-skipið, M/V Mistral, sum Smyril Line leigar frá finska reiðarínum, Godby Shipping.
 
Mistral er bygt á J.J. Sietas Schiffswerft í Týskland í 1998. Skipið er 156 metrar langt og 23 metrar breitt. Tað er undir finskum flaggi og hevur eisini finska manning. Hon telur 24.
 
Tá ið Mistral legst afturat, verða seks skip í flotanum hjá Smyril Line. Umframt Mistral eru tey: Norrøna, Mykines, Akranes, Eystnes og Hvítanes.
 
Endamálið við nýggja skipinum er at stovna eina nýggja farmaleið millum Rotterdam og vesturnoreg. Praktiskt merkir tað, at Mistral yvirtekur leiðina, ið Akranes hevur siglt millum Ísland, Føroya og Danmarkar, og at Akranes fer at røkja ta nýggju leiðina. Frameftir fer Akranes sostatt at sigla eina ferð um vikuna úr Rotterdam til hesar fýra havnir á norsku vesturstrondini: Stavanger, Tróndheim, Rørvik og Hitra - við beinleiðis sigling úr Hitra niður aftur til Rotterdam.
 
Við hesum strembar Smyril Line eftir at veita enn betri tænastu við fleiri møguleikum. Kundar skulu kunna styrkja kappingarførið við at samstarva við Smyril Line. Nýggja farmaskipið og nýggja leiðin fara vónandi eisini at styrkja Smyril Line, ið er einasti RoRo-flutningsveitari í Norðuratlantshavi.
 
Við nýggju farmleiðuni bjóðar Smyril Line norskum vøruflytararum høgligar komu- og fráfaringartíðirnar. Umframt at normenn nú kunnu flyta góðs sjóvegis heldur enn at noyðast við bilum eftir landsvegunum.
 
Í Rotterdam hevur nýggja leiðin við sær, at nú koma tvey skip hjá Smyril Line til Rotterdam um vikuna. Smyril Line hevur tí sett fimm fólk í starv í stóra havnarbýnum. Tey taka sær av øllum skrivstovuarbeiði í sambandi við komur og fráferðir. Nýggja skrivstovan læt upp longu 1. juli.
 
***
 Viðmerkingar fáast við at ringja til Rúna V. Poulsen, stjóra, á telefon 211000.
 

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.