Vælkomin á eina minnisríka ferð til Eysturlandið
Uppliv hugnaliga dámin á ferðini, og heilsa uppá javnlíkar og gamlar kenningar.
Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði frá mikumorgni til hóskvøld, so góðar stundir eru til útferðir. Hæddarpunktini eru Mývatn og serstaka náttúran har um leiðir - umframt Vøk-baðið, har møguligt verður at njóta heitu hyljarnar og vakra útsýnið yvir Urriðavatn.
Skráin umborð bjóðar uppá áhugaverdar framløgur, har eitt nú Heri Joensen, prestur fer at hugleiða um lívið sum eldri. Elin Brimheim Heinesen fer greiða frá skemtiligu søguni um Rekamannin, sum pápi hennara, Jens Pauli Heinesen hevur skrivað. Eisini fer Elin at borðreiða við góðum tónleiki – og hví ikki taka ein sjavs – tá er ringurin fullkomin.
Um kvøldið er felagssangur við Spælimonnunum í Nólsoy, og dansigólvið verður eisini nýbonað.
Útferðir, morgun- og kvøldarbuffet er íroknað á allari ferðini.
Sí skránna fyri túrin niðanfyri.