Limir í Nevndini
Tummas Justinussen, formaður
Arne Joensen
Helga á Borg
Jens Meinhard Rasmussen
 
Leiðsla
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri

Grannskoðarar
SPEKT

Eykaaðalfundur hjá P/F Smyril Line

Boðað verður við hesum til eykaaðalfund í P/F Smyril Line (reg. nr. 544) fríggjadagin 25. oktober 2024 kl. 15:00 at verða á Hotel Brandan, Oknarvegur 2, 100 Tórshavn, við hesi dagsskrá:

0. Val av fundarstjóra. 

1. Uppskot um at partabrøv felagsins kunnu verða givin út gjøgnum eina virðisbrævamiðstøð.

Nevnd felagsins arbeiðir við møguleikanum fyri frameftir at partabrøv felagsins verða givin út gjøgnum eina virðisbrævamiðstøð, og ynskir góðkenning frá aðalfundinum av hesum og skjýtur tí upp hesa viðtøku á aðalfundinum:

”Partabrøvini hjá P/f Smyril-line vera at geva út frá virðisbrævamiðstøð og vera verandi út-skrivaði partabrævaprógv felagsins at innkalla til skrásetingar frá virðisbrævamiðstøð sam-svarandi ásetingunum í §§ 61-63 í Vinnufelagalógini. Nevndin letur hetta greiða.”

2. Viðtøkubroyting í § 3 í viðtøkum felagsins.

Nevndin skjýtur upp at § 3 stk. 2 í viðtøkunum, (ið nú er soljóðandi: ”Partabrøvini skulu ljóða upp á íhendihavaran og skulu vera skrivað inn í partabrævabók felagsins”), verður broytt til hetta:

”Partabrøvini skulu ljóða upp á navn og skulu vera skrivað inn í eigarabók felagsins. Parta-brøvini vera givin út frá virðisbrævamiðstøð. Nevndin avgerð leypandi, hvør førir eigarabók felagsins”

Annars verða ásetingarnar í § 3 í viðtøkunum óbroyttar.

3. Ymiskt

 

Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundi og at greiða atkvøðu í sambandi við partabrøv síni verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er 1 vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin, ið er fríggjadagin 18. oktober 2024.

Til samtyktar av uppskoti um viðtøkubroyting krevst smb. § 106, stk. 1 í vinnufelagslógini, at í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðunum og av tí partinum av felagskapitalinum, sum er umboðaður á aðalfundinum, hava tikið undir við uppskotinum.

Til at greiða atkvøðu á aðalfundinum krevst, at partaeigarin í seinasta lagi mánadagin 20. oktober 2024 hevur fráboðað luttøku síni á aðalfundinum og hevur prógvað sín atkvøðurætt á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 1, 100 Tórshavn.

10. oktober 2024
P/F Smyril Line
NEVNDIN 

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.