Stuðul frá Smyril Line
Hví lata vit stuðul?
Vit á Smyril Line vilja gjarna geva eina hjálpandi hond í okkara nærumhvørvið; til einstaklingar, bólkar og felagsskapir.
Hvussu biður man um stuðul frá Smyril Line?
Ynskja tit at biða um stuðul frá Smyril Line, vinaliga send okkum ein t-post til studul@smyrilline.fo. Skriva heldur eitt sindur ov nógv – enn eitt sindur ov lítið.
Hvat hendir so?
Umleið einaferð um mánaðin viðgera vit á Smyril Line tær umsóknirnar, sum koma inn, og geva tykkum svar.
Hvør fær?
Øll, sum hava givið sær stundir til at biða um stuðul frá Smyril Line, fáa eitt aftursvar; sjálvsagt kunnu vit ikki stuðla øllum sum biða um stuðul.
Velja vit at siga nei einaferð, so er bert at royna aftur. Kanska velja vit at stuðla akkurát tykkum eina aðruferð.
Umsóknir til tiltøk, ið liggja minni enn 2 vikur frá umsóknardegnum, verða ikki viðgjørdar.
Vinarliga heilsan
P/F Smyril Line