Bíbliu- og tónleikaferð 24. - 28. oktobur.

Farið verður av Havnini hóskvøldið 24. oktober kl. 20:00 og komið verður til Hirtshals leygarmorgunin 26. oktober kl. 11:00. Siglt verður heimaftur úr Hirtshals kl. 15:00, og komið verður aftur á Havnina mánamorgunin 28. oktobur kl. 07:30

Møguleiki verður at vitja í gongugøtuni í Hirtshals. Ókeypis bussur koyrir frá og til Norrønu. Fyristøðufólkini í samkomuhúsinum, Malta siga, at húsið er opið til tann, sum hevur hug at hyggja inn, og ein drekkamuður er eisini at fáa. Malta liggur beint inn frá gongugøtuni og føroyska flaggið sæst væl.

Bíbliutímar, fyrilestrar, og sangløtur verða umborð, meðan siglt verður. Hesar løtur eru altið gevandi og hugnaligar. Við í ferðalagnum verða millum annað Oasubrøður saman við Dia Hvannastein og Jóannes S. Hansen. Svenning av Lofti og aðrir hava bíbliutímarnar.

Samskipari av ferðini er Poul Jóhan Djurhuus.

Sí skránna niðanfyri.

Úr 2.195,-

Fyri hvønn tá 2 ferðast saman.

  • Íroknað:
    • Cruise á leiðini Tórshavn – Hirtshals – Tórshavn
    • Kamar uttan vindeyga
    • 3 x morgunmat í Skansagarði Buffet
    • 3 x døgurði um kvøldið í Skansagarði Buffet
  • Møgulig tilkeyp:
    • Barn 0 – 2 ár: kr. 104
    • Barn 3 – 11 ár: kr. 999
    • Barn 12-15 ár: kr. 1.299
Sí prísir & bílegg

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 6.000. Restin fellur til gjaldingar 30 dagar áðrenn fráferð.

 

Skráin fyri túrin

Hósdagur 24. oktober 
20:00 Fráferð Tórshavn 
21:00 Sangløta og kunning. Dia Hvannastein, Jóannes S. Hansen og Oasubrøðurnir

Fríggjadagur 25. oktober
07:00 Morgunmatur í Skansagarði 
10:00 Sangløta & søgur um sangir við Poul Jóhan Djurhuus
11:15 Bíbliutími 1 – Svenning av Lofti
12:15 Bíbliutími 2 – Sámal Mikkelsen
15:30 Dánjal av Rana. Um OM Føroyar 
18:00 Nátturði í Skansagarði 
20:00 Felagssangløta. Dia Hvannastein, Jóannes S. Hansen og Oasubrøðurnir

Leygardagur 26. oktober
07:00 Morgunmatur í Skansagarði 
11:00 Norröna leggur at bryggju, og bussar koyra niðan í hugnaligu gongugøtuna í Hirtshals, har øll eru vælkomin at vitja samkomuhúsið Malta 
14:00 Bussarnir koyra oman aftur á bryggjuna
15:00 Norröna setir kós heimaftur móti Tórshavn 
15:00 Tónleikaframførðsla við Oasubrøðrunum og Eyðun Jacobsen. 
18:00 Nátturði í Skansagarði 
20:00 Felagssangløta. Dia Hvannastein, Jóannes S. Hansen og Oasubrøðurnir

Sunnudagur 27. oktober
07:00 Morgunmatur í Skansagarði 
10:00 Bíbliutími 3 – Synnøva av Rana
11:30 Bíbliutími 4 – Rógvi Joensen
15:30 Felagssangløta. Dia Hvannastein, Jóannes S. Hansen og Oasubrøðurnir
18:00 Nátturði í Skansagarði 
20:00 Evangeliskt møti við Poul Jóhan Djurhuus

Mánadagur 28. oktober
07:30 Leggja at bryggju í Tórshavn

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.