Runt Ísland í 1 ella 2 vikur við gisting
Koyr kring Ísland í egnum bili og síggj tey mest áhugaverdu støðini á leiðini m.a. Gullfoss og Dettifoss. Vit hava gjørt serligar leiðir, ið vara í eina ella tvær vikur, hetta fyri at tryggja okkum, at tú upplivir tey mest áhugaverdu støðini í Íslandi: hugtakandi landsløg, klettar, fossar, lava landsløg, og eisini sjarmerandi náttúruvakrar bygdir.
Og einki er sum at enda ein hendingaríkan dag í einum av teimum mongu varmakeldum. Tú gistir á ymsum hotellum, gistingarhúsum og bóndagørðum á leiðini íroknað morgunmat.