Juniormaskinmeistari til Smyril Line

Smyril Line søkir eftir juniormaskinmeistarum, at byrja sum skjótast, til farmaskipini hjá okkum, Mykines og Akranes. Tú kemur at fáa góða upplæring og lærdóm til starvsleiðina sum maskinmeistari.

Maskinmanningin umborð á farmaskipunum telur:

  • Maskinstjóra
  • 1. Meistara
  • 2. Meistara
  • Tveir juniormaskinmeistarar

Tín vangamynd

Vit sóknast eftir persónum sum hava prógv sum maskinmeistari / maskinist og mangla siglingstíð.

Uppgávur

  • Tú verður partur av vaktarskipanini
  • Tú kemur at taka tær av viðlíkahaldi
  • Tú verður sett/ur inn í tann dagliga raksturin

Arbeiðsuppgávur hjá maskindeildini

  • Tryggja fyri maskinrakstur og viðlíkahaldi
  • Standa fyri innkeypi
  • Leggja arbeiðsætlan fyri toymi
  • Arbeiða við viðlíkahaldsskipanini

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri Handilsskip. 

Starvssetan og umsóknarfreist 

Umsóknarfreistin er 1. juli 2022. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at nýta frymilin niðanfyri. Viðmerk ”Juniormaskinmeistari”. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines, Akranes, Mistral og fraktfyritøkuna OCD. Eisini hevur Smyril Line yvirtikið P/F Hotel Hafnia, ið rekur Hotel Hafnia, Hotel Brandan og matstovuna Katrinu Christiansen.

Starvsumsókn

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.