Bílegg áðrenn fráferð, spar og tryggja tær pláss

Í Munkastovu er huglagið gott og norðurlendsku rættirnir mangir. Vit stremba eftir at brúka vistfrøðiligar og burðardyggar vørur úr okkara egna landi og havi.

Máltíðir, ið kunnu bíleggjast áðrenn fráferð:

• Miðmáli
• 3-rætta matskrá um kvøldið

Til ber at uppstiga til 5 ella 7 rættir umborð, eins og til ber at bíleggja vegetariskar rættir og rættir uttan gluten og laktosu.

Bílegg umvegis booking@smyrilline.fo. Upplýs bókingarnummarið í teldupostinum.

Prísir

Miðmáli - 2 smyrjibreyð og snapsur
Vaksin: kr. 162 / umborð kr. 169
Barn 3-15 ár: kr. 114 / umborð kr. 119

3-rætta matskrá um kvøldið
Vaksin: kr. 477 / umborð kr. 499
Barn 3-11 ár: kr. 239 / umborð kr. 249
Barn 12-15 ár: kr. 334 / umborð kr. 349

Møguligt at bíleggja barnamatskrá.

.

Støkk inn á gólvið í Munkastovu


Støkk inn á gólvið í Munkastovu.

Upprunin til navnið Munkastova

Matstovan eitur eftir tí elsta húsinum á Tinganesi. Munkastova er eitt av fyrstu reyðmálaðu húsunum, tú kemur til, tá tú gongur av Reyni út á Tinganes. Hon er helst bygd fyri 16. øld og hevur verið millum hábærsligastu húsini í Havnini.

Navnið á Munkastovu hevur als onki við munkar at gera, men kemur frá tí gamla navninum Murkoven frá 1619, sum sipar til teir dupultmúraðu útveggirnar. Tað var bert í miðaldarliga bispasætinum í Kirkjubø, at hesin mátin at laða varð nýttur í Føroyum. Laðað er við stórum steinum, og millum teir eru kílað smá, fløt klípi. Múrbindievnið er skilpur, sum er framleitt við skelsandi og knústum djórabeini. 

Nógvar teoriir eru um, hvat Munkastova er blivin brúkt til. Møguliga er hon bygd til at vera kirkja, tí tað sigst, at gudstænasta hevur verið hildin har. Ein onnur teori er, at Munkastova er bygd til høvuðssæti hjá hanseatunum. Teir vóru týskir handilsmenn, sum síðst í miðøld høvdu einahandilin í Føroyum. Tað sigst eisini, at skattur er savnaður inn í Munkastovu. Skatturin fyrr hevur verið goldin í millum øðrum saltfiski, lýsi, hosum og troyggjum.

Munkastova var eitt av heilt fáu húsunum, sum ikki brendi undir stóra eldinum í 1673, har allir bygningarnir sunnan fyri Munkastovu brendu. Søgur gingu tá um, at eldurin var ásettur fyri at fjala, at óskil var í roknskapinum hjá einahandlinum.

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.