Kamar til rørslutarnað
Vit hava 6 kømur av hesum slagnum, og liggja tey á dekk 5 og 6. Hetta kamarslagið er bæði til 2, 3 og 4 fólk, og er innrættað til koyristólbrúkarar. Kamar, baðirúm og gongd eru rúmlig, so fólk í koyristóli sleppa framat. Kømruni hava egið wc og bað við vanligum útbúnaði til fólk við rørslutarni. Neyðstrongur er við høvuðsdyrnar og inni á baðirúmunum. Harumframt hevur baðirúmið lágt vask, hallandi spegil og ein serbygdan stól.
Umframt hetta, er hurðin nóg breið, soleiðis at ein rullustólur lættliga fær koyrt ígjøgnum. Kømruni hava vindeygað og køliskáp. Annars er sami útbúnaður her, sum í hinum kømurunum – hárturkari, handklæði og stikk til t.d. barbermaskinu. Kamarið fyri fólk við rørslutarni hevur vindeyga - umframt hevur kamarið buksupressu, klædnaskáp, seingjarklæði og sjónvarp – kamarið hevur eisini størri gólvvídd enn onnur 4-koyggjukømur.