Nordic luksuskamar

Vit hava 34 Nordic luksuskømur, ið liggja á dekk 8, og øll hava frálíkt útsýni. Hvørt kamar hevur eina stóra dupultsong (180x200 cm), umframt eina song, sum kann trekkjast út úr sjálvari dupultsongini (80x190 cm). Kamarið hevur eisini ein hugnakrók í vindeygakarminum, eitt borð og tveir stólar, minibarr við drykkjuvørum og snacks, egið wc og bað umframt hárturkara og stikk til rakimaskinu. Kann bíleggjast til upp til 3 fólk.


Nordic luksuskamar.

Luksuskamar

Eitt rúmligt kamar við dupultsong (160x200 cm), sovisofu (130x210 cm), kaffimaskinu og minibarr við drykkjuvørum og snacks. Kamarið hevur egið wc og bað, hárturkara og stikk til rakimaskinu. Kann bíleggjast til 2-4 fólk, ið ger kamarið sera hóskandi til familjur við børnum.


Luksuskamar.

4-koyggjukamar uttan vindeyga

Hetta rúmliga kamarið hevur 4 koyggjur. Niðaru koyggjurnar kunnu lættliga gerast um til sofur. Í kamarinum er flatskermur, skriviborð, klædnaskáp, egið wc og bað við brúsu umframt hárturkari og stikk til rakimaskinu. Kann bíleggjast til 2-4 fólk.


4-koyggjukamar uttan vindeyga.

Kamar við dupultsong og vindeyga

Kamar við dupultsong (140x200 cm). Kamarið hevur vindeyga, flatskerm, skriviborð, klædnaskáp, egið wc og bað við brúsu umframt hárturkari og stikk til rakimaskinu.


Kamar við dupultsong og vindeyga.

2-koyggjukamar við vindeyga

Kamar við 2 undirkoyggjum. Í kamarinum er flatskermur, skriviborð, klædnaskáp, egið wc og bað við brúsu umframt hárturkari og stikk til rakimaskinu. Kann bíleggjast til 1-2 fólk.


2-koyggjukamar við vindeyga.

Minibarr

Keyp áðrenn fráferð, so er køliskápið opið og fylt, tá tú kemur umborð.

Keyp við ella uttan alkohol.

Prísur við alkohol kr. 197.
Prísur uttan alkohol kr. 153.

Gev gætur, at køliskáp eru bert í kømrum við vindeyga. Hevur tú kamar uttan køliskáp, verður minibarrin borin í kamarið.

. .

    Melda til tíðindabræv

    Ynskir tú at móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line við góðum tilboðum og íblástri? Tað er lætt og einfalt. Melda teg til tíðindabrævið niðanfyri, so senda vit tær ein teldupost tá ið vit hava tíðindi og góð tilboð.

    Katalog

    Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

    Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.