Sjóbúðin Tax & Duty Free

Shoppingmøguleikarnir eru góðir umborð - og prísirnir eru sera kappingarførir. Vit hava stórt úrval av vanligum tax-free sølulutum, og breitt úrval av designvørum.  

Handilsøkið við luktilsum, smyrsli, víni, rúsdrekka og góðgæti er sera stórt.
 

Sí 360° myndir & faldara

. . . . .

    Internet

    Internet fæst í samstarvi við Telenor Maritime.

    Prísir
    4 tímar: 37,-
    19 tímar: 66,50,-
    36 tímar: 133,50,-
    55 tímar: 185,-
    7 dagar: 259,-

    Bílegg á netinum tá tú ert umborð ella keyp ein internetseðil við kotu í móttøkuni. Vinaliga gevið gætur, at tráðleysa internetið á sjónum hevur avmarkingar. Tí skalt tú rokna við, at internetið umborð arbeiðir munandi seinni enn á landi.

    .

    Heitir pottar

    Kom og slappa av í flógvum norðuratlantssjógvi og njót frálíka útsýnið, í okkara rúmligu heitu pottum á dekk 7, ið verða hitaðir av avlopshita frá maskinrúminum. Vit hava 3 pottar, og pláss er fyri 6 fólkum í hvørjum potti.

    Møguleiki er at leiga ein pott í 1 tíma. Set teg vinarliga í samband við móttøkuna fyri meira kunning.

    . . . . . .

      Svimjihylur & fitness

      Forkela kropp og sál á dekki 1. Her finnur tú fitnessrúmið, hitarúmið og svimjihylin. Har eru nógvar maskinur og amboð at venja við og á. Hesar tænastur eru ókeypis.

      Svimjihylurin er ikki opin í vetrarsiglingini. Fitnessrúmið er opið allar dagar frá kl. 07.00 til 19.00 um viðrar.

      . . . . . . . . . .

        Undirhald

        At vera við Norrönu er stuttligt og sissandi í senn. Livandi tónleikur, framløgur og eydnuspæl eru fastir tættir. Eisini ber til at stytta sær stundir við borðspølum í Undirhúsinum - ella seta seg við eini góðari bók í fjálga lesikrókinum. 

        . . . .

          Biografur

          Norröna hevur ein biograf á 5. dekki har pláss er fyri 23 gestum. Atgongumerki kunnu keypast í móttøkuni. Í biografinum verða einans nýggir filmar vístir.
          .

          Móttøkan

          Ígjøgnum summar–heyst og vár-hálvuna, er móttøkan opin alt samdøgrið. Í vetrarhálvuni er opið frá kl. 08.00 til kl. 22.00.

          Móttøkan hjálpir tær við: Vanligari kunning, uppstigan av kømurum, tax free afturgjaldi, goymsluskápi til ferðagóðs o.a.

          Í móttøkuni kanst tú keypa atgongd til netið, biografin og til hitapottarnar.


          Móttøkan.

          Spælipláss

          Norröna hevur eitt stórt og sera áhugavert spælipláss til børnini at bóltra sær í. Har er klintriborg, rusjibani, klintrineti o.a.

          . . .

            Playstation rúm

            Á dekk 6 kunnu tey ungu hugna sær við Play Station spølum saman við øðrum javnaldrum.

            . . .

              Fótbóltsvøllur

              Fótbóltsvøllurin er á dekki 9, úti á opnum dekki, og er opin frá kl. 12 til kl. 18.

              .

              Spælimaskinur

              Á dekk 7 er eitt høli við nógvum spælimaskinum.

              .

              Djórabúr

              Umstøðurnar til djórini eru góðar. Rúmið er avlokað, vask við slangu og krana er lagt inn og eisini er hiti í rúminum. Vit hava 2 stór búr (H: 115cm, B: 80cm, D: 130cm), har djór upp til 110 cm kunnu búleikast, og 4 smærri (H: 55cm, B: 80cm, D: 130cm) har djór upp til 54 cm kunnu búleikast.

              Prísir
              Lítið búr (djór upp til 54 cm): kr. 300
              Stórt búr (djór upp til 110 cm): kr. 500

              . .

                Katalog

                Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

                Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.