Vestmannaoyggjar
Vestmannaoyggjar eru vornar til av upprunagosum. Tær liggja beint sunnan fyri meginlandið. Oyggjarnar eru 14 í tali, har einans Heimaey er bygd. Í oynni búgva 4.000 fólk. Sum í restini av Íslandi er økið eitt virkið gosfjallaøki.
Í 20. øld upplivdu oyggjabúgvarnir tvey stór gos. Tað fyrra byrjaði í 1963. Gosið vardi hálvtfjórða ár og skapti oynna, Surtsey. Seinnu ferð var, tá ið Eldfell á Heimaey fór at goysa í 1973. Gosið hevði við sær, at flestu íbúgvarnir noyddust av oynni.
Eldgosini hava gjørt, at í Vestmannaoyggjum ber til at síggja ørvísi náttúru og fuglalív enn aðrastaðni í landinum.