Mývatn, Námaskarð & Dettifossur

Mývatn er eitt av hæddarpunktunum á Norðurlandinum.  

Fjølbroytta fuglalívið og fuglasavnið hjá Sigurgeir við Mývatn eru avgjørt eina vitjan verd. Náttúrubaðið, Mývatn, liggur eystan fyri bygdina, Reykjahlíð. Her kanst tú njóta lívgandi heitt kelduvatn. 

Á Námaskarði fært tú ein feril av endaleysu og kraftmiklu náttúrufyribrigdunum beint á staðnum – kókandi mórulagdir og gullit svávulskap hvørt um annað – ein ógloymandi sjón! 

Hálvan tíma frá Mývatni er Dettifossur. Fossurin er verdur at vitja. Við sínum 44 metrum í hædd og og 110 metrum í breidd verður Dettifossur sagdur at vera hin vatnríkasti í øllum Evropa. 

Mývatn Nature Bath
Bird Museum

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.