Miðhálendið

Íslendingar kalla oyðimørkina og fjøllini mitt í landinum fyri Miðhálendið. Her valda kvirra og friður. Miðhálendið er veldugt. Tað røkkur um meginpartin av landinum. Á, nógv ríkt er at finna fjart frá tysandi mannamúgvum og býargangi! 

Hvannadalsknúkur og Bárðarbunga
Miðhálendið er púra óbygt og liggur meiri enn 500 metrar yvir sjóvarmálanum. Fleiri av fjøllunum eru kavaklæddir jøklar. Teirra millum trónar hægsta fjall í Íslandi, Hvannadalsknúkur, 2.109 metrar yvir havfløtuni. Fjallið er skamt sunnan fyri Vatnajøkul. Tyrla flýgur fólk upp á toppin! 

Ein annar tindur er Bárðarbunga, eitt kavaklætt gosfjall í útnyrðingspartinum av Vatnjøkli. 

Karga miðhálendið røkkur um meginpartin av íslendsku hálendisoyðuni. Hetta gosvirkna økið er fjølbroytt við gosfjøllum, grýti og margbroyttum jarðarskapi, sondum, jøklum, áum, vøtnum og gróðrarblettum. 

Økið er fyrst og fremst ein blandingur av tjóðlendi, sum ríkið eigur, og hálendisslætta, ið verður nýttur sum fjallahagi. 

Fjallavegirnir 
Fyrr lá alfaravegur millum landspartarnar í miðhálendinum, og enn í dag verða summir av hesum fjallavegum nýttir, eitt nú Kjølur, Kaldidalur og Sprengisandur. Fimm teir hægstu fjallavegirnir í Íslandi eru í miðhálendinum. 

Vatnajøkultjóðgarðurin røkkur um meginpartin av tí hálendska landsynningsøkinum. Sjálvur Vatnajøkul er størsti hálendisjøkulin. Honum á baki koma Hofsjøkul, mest sum mitt inni í landinum, og grannajøkulin, Langjøkul. 

Til ber at koyra millum jøklarnar. Vegirnir verða vanliga latnir upp í juni ella juli. 

Kjølur er grúsvegur á hálendislættanum við fjøllum og rúkandi keldum. Á hásumri er hesin grúsvegurin rás millum Suðurlandið og Norðurlandið. Vegurin liggur millum Hofsjøkul og Langjøkul og fer tætt fram við ryolittfjøllum og heitum goskeldum. 

Ein onnur leið, Sprengisandur, fer um hálendið longri móti eystri. Her ber til at koyra eftir einum øðrum grúsvegi millum Hofsjøkul og Vatnajøkul. Hetta helst við jeppi, tí neyðugt er at fara um brúgvaleysar áir. 

Kaldidalur er somuleiðis ein stórsligin hálendisleið, ið fer vestur við Langjøkli. Haðan gongur leið oman á Tingvellir og Borgarfjørð. 

Gev gætur, at tað er strangliga bannað og revsivert at koyra uttan fyri vanligar vegir ella gøtur. Umráðandi er at spyrja seg fyri um alt, tí bæði mýrilendi og torvheiðar í Íslandi eru viðbrekin náttúruøki. 

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.