Njót nakrar dagar umborð á Norrönu í páskafrítíðini

Farið verður av Havnini týsdagin 15. apríl, og vit eru aftur fríggjadagin 18. apríl.

Hetta er eitt upplagt høvi at vera saman sum familja, par ella vinir og njóta løturnar við millum annað góðum mati í okkara frálíku matstovum, hugna í Undirhúsinum og Laterna Magica og shopping. 

Tú fært 2 dagar í Íslandi. Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði frá mikumorgni kl. 09:00 til hóskvøld kl. 20:00. Hetta ger, at tú hevur fríar ræsur at hyggja teg um har á leiðini. Tú býrt umborð, meðan Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði.

Fyri einans 599,- kanst tú taka bilin við og koyra runt á Eysturlandinum, vitja hugnaligu grannabygdirnar, ella uppliva serstaka landslagið. Her kanst tú lesa meira um Eysturlandið, og hvat tað hevur at bjóða: Visit Austurland (east.is).

Niðanfyri vísa vit á nøkur av sermerktu støðunum á Eysturlandinum. Vit viðmæla at fara ein túr í vælumtókta náttúrubaðið Vök Baths.

Úr einans 299,-

Fyri hvønn, tá 2 ferðast saman.
 

  • Íroknað:
    • Cruise Tórshavn – Seyðisfjörður – Tórshavn
    • Kamar uttan vindeyga umborð
Sí prísir & bílegg

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 6.000. Restin fellur til gjaldingar 30 dagar áðrenn fráferð.

 

 

 

Seyðisfjörður

Norröna leggur at á Seyðisfirði. Sjálvur fjørðurin er áleið 17 kilometur langur. Á heimasíðuni hjá Visit Seyðisfirði ber til at lesa meira um fjørðin, fjøllini og aðrar upplivingar á staðnum. 

Les meira
. . . .

    Vök Baths

    Tak tær av løttum í friðsæla náttúrubaðumhvørvinum Vök. Náttúrubaðið er ein jarðhitamiðdepil, sum liggur beint við Egilsstaðir. Einans 30 km frá Seyðisfirði. Náttúrubaðið Vök fær hitaorku sína úr jarðhitaumhvørvinum í økinum. Her kanst tú njóta framúr góða útsýnið yvir sjógvin og vakra landslagið.

    Legg gerandisdagin frá tær og lat hugin ferðast frítt í hesi avbera vøkru, óspiltu náttúru og njót løtuna í flótandi hitahyljum. 

    Les meira
    . . . . . .

      Egilsstaðir

      Úr Seyðisfirði tekur tað einans ein hálvan tíma at koyra til Egilsstaðir. Sí koyrivegleiðing. Har eru góðir møguleikar til shopping, og so er ein góður svimjihylur í nánd. Eisini er nógv søguligt at síggja og vøkur náttúra. Náttúrubaðið Vök liggur einans fáar minuttir við bili frá Egilsstaðir. 

      Les meira
      .

      Jarðböðin við Mývatn

      Náttúrubaðið Jarðböðin í Mývatn verður ofta kallað: “Lítla Bláa Lónið”. Um tú leitar eftir eini serstakari baðuppliving fyri rímiligan prís, viðmæla vit at tú vitjar náttúrubaðið Jarðböðin, har tú sleppur undan at stilla teg í bíðirað. Tað tekur umleið 2,5 tímar at koyra til Mývatn frá Seyðisfirði. 

      Les meira
      . . . .

        Eskifjörður

        1 tíma við bili sunnan fyri Seyðisfjörð liggur Eskifjörður, sum hevur ymiskt áhugavert at bjóða, hóast tað er ein lítil býur. Svimjihylurin í býnum hevur tveir hitapottar, rutsjubana, og ein langhyl á 25 metrar. Í vetrarhálvuni ber eisini til at standa á skíð. 

        Les meira
        .

        Katalog

        Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

        Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.