Kom svipptúr til Íslands 22. apríl
Set gerandisdagin á pausu og kom við Norrönu til Íslands í nakrar dagar.
Tú fært 2 dagar í Íslandi. Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði frá mikumorgni kl. 09:00 til hóskvøld kl. 20:00. Hetta ger, at tú hevur fríar ræsur at hyggja teg um har á leiðini.
Tú býrt umborð, meðan Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði.
Tú fært bilin við úr einans 599,-
Niðanfyri vísa vit á nøkur av sermerktu støðunum á Eysturlandinum. Vit viðmæla at fara ein túr í vælumtókta náttúrubaðið Vök Baths, sum liggur í vakra Urriðavatninum í Eysturíslandi.