Stuttleiki fyri børn & vaksin

Danmark hevur hópin av frítíðardeplum, har familjur og vinir kunnu njóta eina hugnaliga og stuttliga løtu. Nógvir deplar hava svimjihyljar, vatnland, ítróttarmøguleikar og barnavinaligar aktivitetir. Millum kendastu eru Fårup Sommerland, Djurs Sommerland, har bæði náttúra og nútímans hentleikar eru í fokus.

Frítíðardeplarnir liggja ofta nær við strendur, skógir ella áhugaverdar býir, so møguleiki er at uppliva meira enn bert sjálvan depilin. Eitt gott val fyri familjur, sum vilja samantvinna avkopling og undirhald.

Fårup Sommerland

Baðiland við høgum rutsjubanum, river rafting og ferðsluskúli, eru bara nøkur av teimum mongu upplivingunum, sum Fårup Sommerland bjóðar. Fårup Sommerland liggur djúpt inni í skóginum í vakra Norð¬jútlandi, tætt við Vesterhavið og Blokhus.

Les meira
. . . . .

    Djurs Sommerland

    Við 60 undirhaldstilboðum er Djurs Sommerland í Nimtofte eitt frálíkt val til ein hugnaligan dag við nógvum stuttleika fyri alla familjuna. Parkin hevur bæði spennandi upplivingar til tey heilt smáu, tey ið elska ferð, og alla familjuna.

    Les meira
    . . . .

      Legoland

      Í heimstaði LEGO í Billund, finnur tú LEGOLAND við meira enn 50 undirhaldstilboðum til børn og barnafamiljur. Parkin er býtt upp í ymisk temaøki, so sum Western-býur, Piratland, Adventureland og fleiri.

      Les meira
      . . . .

        Jesperhus

        Jesperhus Blómupark bjóðar vatnland, innandura- og uttandura spæliland, golf, film, sýningar og ein innandura djóragarð við fríttgangandi djórum. Í spælilandinum ber til at royna minibátar, minibilar, karussell, rutsjubana og mangt annað. Til tey minstu er eisini innandura spælilandið Hugoland.

        Les meira
        .

        Bakken

        Dyrehavsbakken í Klampenborg er ein av elstu undirhaldsparkunum í Danmark, og grundarlagið fyri Bakken varð lagt fyri meira enn 425 árum síðan. Á Bakken kanst tú uppliva revy, undirhaldstilboð, spøl og stuttleika fyri alla familjuna.

        Les meira
        .

        Tivoli Friheden

        Far á eina minniliga ferð til Tivoli Friheden, sum liggur mitt í hjartanum av Århus. Her bíðar ein undirhaldsgarður við stuttleika, hugna og spennandi upplivingum fyri alla familjuna! Við einari rúgvu av spennandi karrusellum og virksemi er Tivoli Friheden tað perfekta staðið at skapa góð minnir saman við tínum kæru.

        Stað: Århus

        Les meira
        .

        Sommerland Sjælland

        Sommerland Sjælland er eitt upplagt útferðarmál til ein hugnaligan dag saman við familjuni. Við einum risastórum vatnlandi og eini rúgvu av stuttligum og avbjóðandi undirhaldstiltøkum, so sum rutsjubana, Mini Legoland, stuttligasta gokartbana í Danmark, timburflakaferð í frumskógini, klatring, gullgraving, trampolinir og 3D-bio, er undirhaldið tryggjað allan dagin. Samstundis er eisini nógv pláss til ein steðg við matpakkan og kaffi við borð og beinkjum í parkini, sum er umgyrd av grønari náttúru og túsundtals blómum.

        Stað: Nørre Asmindrup

        Les meira
        .

        Katalog

        Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

        Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.