Danland Blokhus
Framvið vesturstrondini, umleið 70 km sunnanfyri Hirtshals liggur Blokhus. Blokhus er eitt tað mest vitjaða frítíðarøki í Danmark. Stóra sandstrondin og hugnaligi býurin eru karmar, sum nøkta frítíðartørvin hjá stórum og smáum.
Í Danland Blokhus er stórt baðiland, mooncarbreyt, spælipláss,minigolfvøllur, fitness og welness-center. Miðskeiðis í Blokhus er bygdur ein stórur uttandurapallur til frama fyri tónleikaframførslur, sum mynda miðbýin alla summarhálvuna.
Í gongugøtuni eru spennandi matstovur, við einum breiðum úrvali av tí besta innan danska køkin – eisini eru alskyns klædnahandlar og handlar við forvitnisligum donskum handverki. Beint uttanfyri Blokhus liggur vælkenda Fårup Sommerland - og bert uml. 40 km eru til Aalborg, har ein millum annað kann vitja djórgarðin “Aalborg Zoo”.
Les meira um depilin her.